Fyri granskaran er tað umráðandi at handfara sínar dátur á trygdargóðan og rættan hátt í allari granskingargongdini.

Longu áðrenn tú byrjar verkætlanina og skrivar umsókn um verkætlan, eigir tú at hugsa um, hvussu tú ætlar at savna og viðgera tínar granskingardátur.

Ger eina dátuleiðsluætlan og skjalfest dátur rætt

Fyri at tryggja tær, at gott skil á øllum, verður mælt til at gera ein “dátumanagementplan”.

Harafturat er tað umráðandi, at dáturnar verða skjalfestar rætt.

Soleiðis verður lættari hjá tær í arbeiðsgongdini eins og tað eisini verður møguligt hjá tínum samstarvsfeløgum ella øðrum at skilja tínar dátur.

Tað ger tað bæði lættari fyri teg sjálvan í sambandi við arbeiðsgongdina, eins og tað ger tað møguligt fyri samstarvsfelagar ella onnur at skilja tínar dátur.

“Dátumanagement-“/leiðslupolitikkur

Tjóðskjalasavnið mælir harafturat til, at hvør granskingarstovnur sær fær til vega ein “dátumanagementpolitikk”, sum í einari yvirskipaðari ætlan tekur støði í, hvussu granskingardátur stovnsins verða savnaðar, skjalfestar, varðveittar og miðlaðar. Sí meir her.

Europisk vegleiðing um “dátumanagement”

Samfelagsfrøðiligir granskarar kunnu fáa leiðbeining í handfaring av granskingardátum í europisku dátuskjalasavns-samskipanini CESSDA´s nágreiniligu vegleiðing til granskingardátumanagement.

Leiðbeiningin er samansett av seks ymiskum kapitlum um tey ymisku stigini í einari granskingarverkætlan, frá tí innleiðandi ætlanarstignum til almannakunngering av dátum.

“Dátumanagement–tól”

Tól eru ment, sum hjálpa til at stuðla undir at halda skil á tínum “dátumanagementplani”, til dømis:

DMP Online