Fyrispurningar

Um tú hevur fyrispurningar viðvíkjandi at leita fram upplýsingar um eitt ávíst evnið, eina ávísa hending ella ávísar persónar, ber til at senda fyrispurningar beinleiðis á hesi síðu.

Sí eisini meir undir "Hjálp og vegleiðing".

Um tú sjálv(ur) kemur á lesistovu okkara, og leitar fram neyðugu savnsskjølini, er tað ókeypis. Sí meir her.

Fyri aðrar tænastur, sum til dømis, skanningar/avrit av savnsskjølum, útvega váttanir ella gera skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) - tvs. har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum skulu leita fram, og/ella transskriberað (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk – verður álagt eitt gjald. Sí prísir.

Tað ber tó ikki altíð til at fáa atgeingi til øll savnsskjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi. Sí meir her.

Vanliga tekur tað umleið tveir til sjey dagar, at avgreiða ein fyrispurning.

Fyrispurning til Tjóðskjalasavnið

Frágreiðing:

Greið frá hvat fyrispurningurin snýr seg um (t.d. tinglýsingar, mynstringarlistar, upplýsingar um føði/deyðsdato o.s.fr.).

Greið nærri frá hvat fyri upplýsingar tú ynskir at leita fram, og hvat tú møguliga veist frammanundan (t.d. dato, árstøl, nøvn o.s.fr.). Jú fleiri upplýsingar, tess betur.