Skipa- og bátaskráseting

Skip og bátar skuldu skrásetast hjá antin Fútanum í Tórshavn, ella sýslunum kring landið.

Fútin:

Skip yvir 15 BT/15 BRT blivu skrásett í skipaskrásetingini (Skibsregister).

Bátar yvir 5 BT/5 BRT blivu skrásettir í bátaskrásetingini (Fiskefartøjsregister).

Fiskifarayvirlitsprotokollirnar hjá Fútanum, frá 1903 og 1914, eru skannaðar og kunnu síggjast á heimasíðuni.

Hesar protokollir eru hondskrivaðar og skipaðar eftir havnakenningarnummarið.