Mynstringar

At mynstra, er at taka við starvið umborð á tí skipi mynstra verður við. Skiparin skal hava eftirlit við at teir persónar ið mynstra lúka tær treytir ið lógin ásetur viðvíkjandi aldur, heilsu og førleikar.

Sjómenn mynstraðu hjá sýslumonnunum og øðrum góðkendum støðum kring landið, í Tórshavn bleiv mynstrað hjá Fútanum.

Mynstringarprotokollir hjá Fútanum fyri tíðarskeiði 1902-1959 eru skannaðar og kunnu síggjast á heimasíðuna. Hesar protokollir eru hondskrivaðar.

Sýslurnar hava eisini hondskrivaðar listar/protokollir yvir mynstringar, men tað er ymiskt frá sýslu til sýslu, hvussu væl hetta tilfarið er varðveitt.

Vanlukkutryggingin

Mynstringarlistarnir hjá Vanlukkutryggingini byrja uml. 1923, og fevna hesir um alt landið. Hesir listar eru í mongum førum maskinskrivaðir.

Tá Færøernes Ulykkeforsikring (Føroya Vanlukkutrygging) bleiv stovnað tann 24. juli 1925, varð álagt kommunustýrunum at geva vanlukkutryggingini upplýsingar um, hvørjir tryggingarskyldugir persónar vóru í viðkomandi kommunu.

Sostatt var frá 1927, eitt fullfíggjað yvirlit yvir tryggingarskyldugar fiskimenn til taks sum grundarlag fyri innheintan av sjálvstryggingum teirra.

Fleiri mynstringarlistar/protokollir kunnu síggjast á lesistovu okkara. Sí meir her.