Hvussu kunnu myndugleikar brúka talgild skjøl?


Tjóðskjalasavnið hevur eitt samstarv við Ríkisskjalasavnið um eina skipan (SOFIA), ið gevur atgongd til eldri kt-skipanir, ið eru avhendaðar Tjóðskjalasavninum.

Skjøl, ið eru talgild av uppruna, tað vil siga skjalasavnsútgávur av dátum og skjølum frá kt-skipanum hjá myndugleikum, kunnu ikki lænast heim.

SOFIA - atgeingi til kt-skipanir

Leiting í forritinum SOFIA á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum.

  • - Myndugleikin kann leita í forritinum SOFIA á lesistovuni hjá Tjóðskjalasavninum, sí meir her
  •  
  • - Sí “soleiðis brúkar tú skjøl, ið eru talgild av uppruna” á síðuni hjá Ríkisskjalasavninum: her.
  •  
  • - Tak brúkaravegleiðing til nýtslu av kagaforritinum SOFIA niður her.

Keyp av avriti

  • - Móti gjaldi kann myndugleikin fáa avrit av talgildum gjørdum skjølum hjá Tjóðskjalasavninum/Ríkisskjalasavninum.
  •  
  • - Avrit av skjølum: sí her.

Keyp av kanning av skjølum

  • - Móti gjaldi kann myndugleikin fáa gjørda eina skjalasavnskanning í teimum talgildu gjørdu skjølunum hjá Tjóðskjalasavninum.
  •  
  • - Tjóðskjalasavnið kann hjálpa til við hesum í samstarvi við Ríkisskjalasavnið.
  •  
  • - Skjalasavnskanning, sí her.

Hvussu verða talgild gjørd skjøl bíløgd?

  • - Skjøl, ið eru talgild av uppruna, ið eru avhendað Tjóðskjalasavninum, finnast í skjalasavnsgrunninum Daisy (Ríkisskjalasavnið)
  •  
  • - Tjóðskjalasavnið hevur eina samstarvsavtalu við henda skjalasavnsgrunnin hjá Ríkisskjalasavninum, men hesi kunnu bíleggjast á einum serligum oyðublaði.
  •  
  • - Bíleggingaroyðublað til talgild gjørd skjøl, sí her.
  •  
  • - Bíleggingaroyðublað til talgild gjørd skjøl skal altíð nýtast.

Krevst loyvi til at nýta talgild gjørd skjøl?

  • - Talgild gjørd skjøl eru umfatað av atgeingisreglum, sí lógir og reglur.
  •  
  • - Tjóðsskjalasavnið metir, um Dátueftirlitið skal hoyrast, áðrenn atgeingisloyvi verður givið. Myndugleikin verður síðani kunnaður um hetta.
  •  
  • - Almennir myndugleikar fáa - uttan víðari - atgeingisloyvi til talgild gjørd skjøl, tey sjálvi hava avhendað, um so er, at hesi ikki innihalda persónsupplýsingar hjá einstøkum persónum.
  •  
  • - Í teimum førum har skjølini innihalda persónsupplýsingar hjá einstøkum persónum, skal myndugleikin søkja um atgeingi til skjølini, sambært § 34, har Dátueftirlitið skal geva samtykki um atgeingi til skjølini.

Tak omanfyristandandi vegleiðing niður her.

Sjónbandaframløga um atgongd til talgild skjøl við Steen Andersen, skjalavørður og seniorgranskari: sí her.