Avhending av privatum kt-skjalasøvnum
Avhending av privatum kt-skjalasøvnum er sjálvboðin, og fer fram sambært avtalu. Í avtaluni verða m.a. ásetingar um, hvat skal avhendast, hvørjar treytir skulu galda fyri atgongd o.s.fr.
Privat kt-skjalasøvn, sum ikki eru avhendað Tjóðskjalasavninum, eigur Tjóðskjalasavnið at skráseta.
Skrásetingin hevur við sær, at eigarin fær skyldu at boða Tjóðskjalasavninum frá, um eigaraviðurskiftini verða broytt, ella um kt-skjalasøvnini verða flutt. Um skrásett kt-skjalasøvn verða flutt av landinum, hevur eigarin skyldu at geva Tjóðskjalasavninum høvi at taka avrit av kt-skjølunum, áðrenn tey verða útflutt.
Sí meir í vegleiðing.
Samband:
Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, vinaliga set teg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita tær hjálp og vegleiðing:
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- skjalasavn@skjalasavn.fo
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.