Talgilding av mentanararvinum (áður history.fo)

Tað vit á Tjóðskjalasavninum hugsa um í hesum sambandi er, at vit í dag kunnu gera pappírsskjøl til talgild skjøl við at skannað skjølini, soleiðis at hesi kunnu almannakunngerðast á netinum.

Endamálið við hesi verkætlan er sostatt at gera søguligt tilfar (upprunaskjøl, og annað viðgjørt tilfar), atgongt fyri fakfólkum, granskarum og almenninginum, bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Í dag hava vit talgilt/skannað ein part av hesum mentanararvi. Sí skanningar av upprunaskjølum/keldum. 

Eisini fólk uttanfyri Tjóðskjalasavnið hava latið tilfar til verkætlanina. Sí viðgjørdar/transskriberaðar keldur.

Tað eru óavmarkaðir møguleikar at troyta, hvat talgilding av mentanararvinum viðvíkur.

Verkætlanin verður umsitin av Tjóðskjalasavninum og meginparturin av upprunaskjølunum, ið eru og verða talgildað/skannaði eru í varðveitslu á Tjóðskjalasavninum.

Samband:

Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú ynskir fleiri upplýsingar, ella tú hevur spurningar víðvíkjandi verkætlanini "Talgilding av mentanararvinum (áður history.fo)"

Ein ráðleggingarbólkur var knýttur at verkætlanini (history.fo), tá hon byrjaði. 

Í bólkinum sótu:

  • Rolf Guttesen
  • Magni Laksáfoss
  • Arne Thorsteinsson
  • Sámal T. F. Johansen
  • Lena Nolsøe