Nýt skjalasavnið

Á Tjóðskjalasavninum kanst tú leita fram savnsskjøl (arkivalier), við upplýsingum um fleiri ymisk fyrisitingarlig, rættarlig og søgulig viðurskifti. Talan er sum heild um óviðgjørd upprunaskjøl. Sí hjálp og vegleiðing.

Tað eru tvey ymisk støð at leita fram savnsskjøl:

1) á heimasíðu okkara, har talgildað savnsskjøl/keldur kunnu síggjast

2) á lesistovu okkara, har savnsskjøl (pappírsskjøl) kunnu síggjast.

Savnsskjølini á heimasíðuni eru øll beinleiðis atgongd fyri ein og hvønn, meðan savnsskjølini á lesistovuni kunnu býtast í tveir bólkar:

1) savnsskjøl, ið eru beinleiðis atgongd

2) savnsskjøl, ið ikki eru beinleiðis atgongd, sí meir her.

Um tú sjálv(ur) kemur á lesistovuna, og leitar fram neyðugu savnsskjølini, er tað ókeypis. Á lesistovuni finnast savns- og goymsluyvirlit yvir tey ymisku skjalasøvnini. Vit vegleiða teg sjálvandi á rætta leið, um tørvur er á tí.

Vit kunnu eisini, mótvegis gjaldi, leita fram savnsskjøl fyri teg. Sí prísir.

Eisini ber til at senda fyrispurningar til Tjóðskjalasasavnið. Sí meir her.