Avhending av kt-skipanum

Hví varðveita?
Tað er neyðugt at skjalprógva arbeiðið hjá fyrisitingini, soleiðis at komandi ættarlið kunnu skriva og skilja sína søgu.

Tjóðskjalasavnið tryggjar talgilda og fysiska atgongd til skjalprógvingina av Føroya søgu. Rættargrundarlagið fyri skjalasøvn er skjalasavnslógin og kunngerðir og rundskriv. Sí lógir og reglur.

Hvat skal avhendast?

Allir stovnar skulu boða Tjóðskjalasavninum frá, áðrenn tey taka nýggjar kt-skipanir í nýtslu. Tjóðskjalasavnið metir um - út frá fráboðanini - um eitt avrit skal avhendast Tjóðskjalasavninum, hvussu og nær avhendast skal fyrstu ferð. Hetta verður avgjørt í eini áseting um varðveiting. Tá ið avhendingin skal fara fram, seta vit okkum í samband við tykkum.

Hetta fylgibrævið skal fyllast út og hjáleggjast: 

Fylgibræv til skjalasavnsútgávu 

Les eisini:

  • Sjónband um avhending av skjalasavnsútgávum (á donskum): trýst her
  • Sjónband av framløgu hjá Róa Eliasen, kt-arkivarur, um avhending av kt-skipanum: trýst her