Langtíðarætlan

Langtíðarætlan fyri varðveiting av talgildum savnindum

Hetta skjal greiðir í stuttum frá, hvat langtíðarætlanin er hjá Tjóðskjalasavninum um móttøku og varðveiting av savnindum, ið eru gjørd talgild. Við savnindi, ið eru gjørd talgild, meinast, ikki almannakunngjørdir upplýsingar, ið eru gjørdir ella fingnir til vega í talgildum formi í sambandi við virksemið hjá einum myndugleika, felagskapi ella samskipan, einum granskara ella av virki hjá privatum persóni.

Strategiin hevur sum endamál at stuðla undir tað yvirskipaða málið hjá Tjóðskjalasavninum, sum - vísandi til skjalasavnslógina - er at tryggja varðveiting av savnindum, ið hava søguligt virði ella tæna til skjalfesting av viðurskiftum av týðandi fyrisitingarligum- ella rættarligum týdningi fyri borgarar og myndugleikar. Visiónin er at tryggja:

At talgild gjørd savnindi, ið hava søguligt virði, verða goymd á ein hátt, ið tryggjar, at tað virði sum tey umboða, kunnu verða framd bæði nú og í framtíðini

Við atliti at hesum eru tey strategisku málini:

1. At varðveita talgild gjørd savnindi, soleiðis at teirra samgildi verður varðveitt, og at tey kunnu leitast fram og endurnýtast, bæði bráðfeingis og við framtíðini í huga

2. At varðveita talgild gjørd savnindi á ein hátt, ið ber í sær so lítlan kostnað sum gjørligt bæði fyri tey, ið framleiða skjølini og Tjóðskjalasavnið

 

Í fyrstu syftu hava vit valt at samstarva við Ríkisskjalasavnið til vit hava fingið neyðugu fíggingina, tøknina og fakligu royndirnar til vega.

Les alt skjalið her