Tíðindi

Provster og præster på Færøerne 1829-1904 – ansættelser, visitatser og kirkesyn - og hvordan finder man kilder herom

Mikudagin 6. juni kl. 10 fer Erik Nørr at halda fyrilestur, sum hann kallar: Provster og præster på Færøerne 1829-1904 – ansættelser, visitatser og kirkesyn - og hvordan finder man kilder herom.

Erik Nørr er søgufrøðingur, dr. phil og hevur arbeitt sum skjalavørður á Rigsarkivet. Hann hevur serliga granskað í danskari skúla- og kirkjusøgu, fyrisitingarsøgu og sosialsøgu í 19. og 20. øld. Hann varð pensjóneraður fyri nøkrum árum síðani, men arbeiðir enn við kelduútgávum. Ætlanin er at hava fyrilesturin á lesistovuni á Tjóðskjalasavninum. Av tí at tað ikki er so nógv pláss á lesistovuni, biðja vit tykkum um at siga frá, um tit koma til fyrilesturin, so vit kunnu finna eitt størri høli, um so er, at áhugin er stórur. Sigið frá í seinasta lagi mánadagin, 4. juni, til lenan@skjalasavn.fo

Erik Nørr: Provster og præster på Færøerne 1829-1904 – ansættelser, visitatser og kirkesyn - og hvordan finder man kilder herom I løbet af 75 år blev der 66 gange ansat nye præster og 11 gange nye provster på Færøerne. Fore-draget gennemgår, hvordan ansættelserne skete, og hvilke kvalifikationer præsterne og provsterne skulle have for at blive ansat. Var det en fordel at være færing? Hvorfor flyttede mange af præsterne efter kort tid til andre embeder på Færøerne eller til Danmark? Foredraget vil også fortælle om projektet med udgivelse af de færøske provsters visitatser og kirkesyn. Provstens visitatsberetninger havde større betydning end i Danmark, da biskoppen aldrig kom til Færøerne i det 19. århundrede. På trods af vej- og vejrmæssige problemer forsøgte provsterne at besøge alle 40 sogne hvert tredje år. Udover præsternes prædiken og deres forhold til menigheden var overhøring af både de skolesøgende og de konfirmerede elever blandt hovedpunkterne i visitatsbesøget. Visitatsberetningerne giver et godt indtryk af undervisningen, som skiftevis skete i faste skoler og som hjemmeundervisning. Andre hovedemner i beretningerne er forholdet til katolikker og Plymouthbrødre og til brændevinsdrikkeriet. Samtidig med provstens visitatsbesøg deltog han i kirkesynet, hvor de færøske kirker og deres inventar blev synet. Sammen med lokale håndværkere tog provsten hvert tredje år stilling til, hvilke reparationer der skulle foretages. I en række tilfælde resulterede synet i, at kirken blev kasseret, og en ny måtte opføres. I 1860’erne skete der en vigtig forandring i byggemåde og materialer, så det ikke længere var nødvendigt at opføre nye kirker efter 30-40 år. Foredraget vil også fortælle om, hvilke kilder der findes om de færøske præster både i Rigsarkivet og på arkivet i Tórshavn.

Tvøroyrar kommuna ger skjalasavn

Savnað verða øll skjøl um 1.000 ára gomlu bygdirnar Froðba, Trongisvág og Øravík. Har aftrat koma skjølini um nýggju bygdina Tvøroyri. Les meira her

Nýggj goymsluhøli

Í løtuni verða nýggju goymsluhølini hjá Landdsskjalasavninum í Hoyvík innrættað. Fyrsta hølið er nú liðugt. Hølið sjálvt og eisini hillarnar lúka hægri trygdarkrøv enn annars. Hini hølini verða innrættað í summar. Hetta hevur við sær, at Landsskjalasavnið í heyst kann fara í holtur við eina skipaða innsavning av teimum almennu pappírssavnindum (skjølum), sum verða raðfest hægst av Landsskjalasavninum.

________________________________________________________________

Talgild varðveiting í Føroyum

Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið høvdu eitt felags seminar í dag undir heitinum:

Talgild varðveiting í Føroyum - fyrimunir og vansar við ymiskum leistum.

Hava Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið valt rættan leistin?

Jan Danielsen, it-chefarkitekt á KU, greiddi frá ymiskum leistum at varðveita talgilt tilfar. Ein hin størsta avbjóðingin hjá bæði Landsbókasavninum og Landsskjalasavninum komandi, verður at varðveita talgilt tilfar, tvs. varðveita tilfar, sum er føtt talgilt. Báðir stovnar arbeiða í løtuni við hesum, og eru komnir nakað áleiðis. Stovnarnir báðir hava tó valt hvør sína strategi og hvør sín tøkniliga leist. Meðan Landsbókasavnið hevur valt sokallaðu ‘emulerings-loysnina’, hevur Landsskjalasavnið valt ‘migratións-loysnina’. Báðar loysnirnar verða brúktar aðra staðni. T.d. verður ‘emulerings-loysnin’ brúkt av Kongaliga Bókasavninum og ‘migratións-loysnin’ brúkt av Ríkisskjalasavninum. Endamálið við hesum seminarinarinum var, at vísa hvat arbeiðið higartil er gjørt á Landsskjalasavninum og á Landsbókasavninum í mun til talgilda varðveiting, at lýsa fyrimunir og vansar við hesum báðum leistum, fyri so at enda við einum kjaki um hetta. Her onkrar myndir frá seminarinum.

 

---------------------------------------

Jarðarbókin 1584

 

Jarðarbókin frá 1584 er elsta varðveitta føroyska jarðarbókin. Arne Thorsteinsson og Lisbeth L. Petersen er í útvarpsstovni og greiða frá útgávuni. Hoyr sending her

Jarðarbókin 1584

Jarðarbókin frá 1584 er elsta varðveitta føroyska jarðarbókin. Í henni er øll kongsjørðin, tvs. umleið helmingurin av allari jørð í Føroyum skrásett. Ognarjørð, kleysturjørð ella aðalsjørð eru ikki við í jarðarbókini. Jarðarbókin sigur eisini nakað um seyð, neyt, svín ella annað, sum leigulendingar brúktu og høvdu skyldu at uppihalda og lata kongi leigu av. Tó eru húsaognir ikki við í jarðarbókini. Í jarðarbókini, sum er at rokna sum ein álíkning, sæst bert hvat leigulendingar áttu at gjalda kongi, meðan tað sum veruliga varð goldið einans sæst i roknskaparbók fútans. Frá ár 1600 broyttist hetta roknskaparhald, so at jarðarbók og roknskaparbók gjørdust tann sama. Les meiri og tak bókina niður her

Norðurlendskur skjalasavnsdagur:

Býarmenning í Tórshavn Leygardagin verður ”opið hús” á Landsskjalasavninum.

Á hvørjum ári verður, í øllum norðanlondum, hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november.

Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.

Leygardagin 12. november er Landsskjalasavnið opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovuna og høvuðsgoymsluna í V.U.Hammershaimbsgøtu 11. Vanliga eru tað bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymsluna. Framsýningin ”Býarmenning” verður á lesistovuni.

Høvi verður at síggja hvussu Tórshavn hevur ment seg gjøgnum tíðirnar. Serligur dentur er lagdur á arkitektekningar hjá H.C.W Torgarð og Palla Gregoriossen av kendum bygningum í Tórshavn. Har í millum Hotel Hafnia, Útvarpshúsið og Gamla Apotek á Áarvegnum. Í ár eru tað starvsfólkini á landsskjalsavninum saman við 3 starvslesandi sum skipa dagin. Skjalsavnsdagurin – Arkivernes Dag. Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998, tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin. Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finland. Í Føroyum hevur ”Arkivernes Dag” verið táttur í virkseminum hjá Landsskjalasavninum síðani 2003 og hjá Norðoya Fornminnasavni síðani 2006.

 

 

 

Varðveiting av talgildum savnindum

Størsti parturin av almennum myndugleikum brúka í dag fulla talgilda málsviðgerð. Landsskjalasavnið virkar fyri at tryggja varðveiting av tilgildum savnindum hjá myndugleikum, soleiðis at hesi savnindi kunnu verða tøk hjá almenninginum seinni.

Savnindi, ið eru talgild av uppruna, eru annarleiðis enn pappírssavnindi við tað, at tey ikki beinleiðis kunnu nýtast aftur uttan ein brúkar eitt serligt KT-forrit. Telduforrit eru undirløgd tí tøkniligu menningini, og dátur, ið verða gjørdar við hjálp av einum telduforriti til at kunna lesast aftur, kunnu ikki altíð lesast og brúkast aftur við nýtslu av einum øðrum forriti ella bara einari nýggjari útgávu av sama forriti.

Savnindi, ið eru talgild av uppruna eru annarleiðis enn pappírssavnindi við tað, at tey eru goymd á miðlum, sum hava avmarkaða livitíð. Talgildug savnindi eru treytað av einum virknari varðveitingarátaki enn neyðugt er við pappírssavnindum, um so er, at tey skulu kunna lesast og brúkast í framtíðini.

Vit samstarva millum annað í vestnorðuri um hesi viðurskifti eftir nærum somu talgildu loysn viðvíkjandi KT-varðveitingini. (Mynd. Samstarvstoymi í Vestnorðuri frá Íslandi, Føroyum og Grønlandi.)

Andrea Ásgeirsdóttir, ísl

Garðar Kristinson, ísl

Njørður Sigurðsson, ísl

Eiríkur G. Guðmundsson, ísl

Mikkel Nohr Jensen, gl

Rói Eliasen, fo

Sámal Tróndur Johansen, fo

 

Brot úr “Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2016” og úr Løglistanum.

Søvnini

Eftirmetingin av Søvnum Landsins, sum samgongan setti sær fyri at fremja, fer nú í gongd. Søvnini – tað veri seg listasøvn, mentanar- og náttúrusøgulig søvn, skjalasøvn ella bókasøvn – eru týðandi grundarsteinar í okkara samfelag. Søvnini eru vitanarstovnar, ið hava týdning fyri fólkaræðið, upplýsing og læring, men eisini fyri trivnað og inklusjón (innivist). Tað er tí avgerandi, at søvnini eru vælvirkandi og hava neyðugu orkuna til at lyfta sínar týðandi uppgávur. Eftirmetingin skal vísa á, um vit eru á rættari leið, og hvar neyðugt er at gera tillagingar.

 

Talgilding

 

Á savnsøkinum er talgilding ein av týðandi uppgávunum, ið landsstýrið hevur raðfest. Í juni vóru Søvn Landsins saman við Kringvarpinum og Fróðskaparsetrinum á ferð kring landið at kunna um talgilding av mentanararvinum, og hvørjar ágóðar tað hevur við sær. At samfelagið gerst alt meiri talgilt hevur stórar avbjóðingar við sær, ikki minst fyri varðveiting og rættartrygd. Tí er neyðugt at økið áhaldandi verður raðfest og ment, og at lóggávan á viðkomandi økjum verður tillagað.

 

Nýtt starvsfólk

Helgi Eidesgaard er settur í parttíðarstarv sum savnshjálpari frá 1. september. Hann er søgufrøðingur og skrivar í løtuni eina bók um Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn

Endamálið við uppskotinum er at tillaga lógina í sambandi við handfaring av talgildum savnindum, avhending, varðveitslu og vraking v.

 

 

Uppskot til løgtingslóg um musealt savnsvirksemi (savnslógin)

Lóg um musealt virksemi kemur í staðin fyri løgtingslóg um fornminnissavn og løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn.