history.fo

Endamálið við history.fo er at gera søguligar keldur, søgulig hagtøl og annað søguligt tilfar atgongt fyri fakfólki og fyri almenninginum, bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Ætlanin er at leggja bæði nógv brúkt tilfar, so sum kirkjubøkur, á heimasíðuna og eisini meiri sjáldsamt tilfar.

Heimasíðan verður umsitin av, og meginparturin av originalunum av teimum skannaðu keldunum er í varðveitslu her.


Eisini fólk uttanfyri savnið hava latið tilfar til heimasíðuna.

Ein ráðleggingarbólkur var knýttur at heimasíðuni, tá hon varð gjørd. 

Í honum sótu:

Rolf Guttesen
Magni Laksáfoss
Arne Thorsteinsson
Sámal T. F. Johansen
Lena Nolsøe