Reglur og vegleiðingar

Tjóðskjalasavnið er ráðgevi hjá almennum stovnum í skjalasavnsviðurskiftum, eitt nú í spurningum um málsgerð, journalviðurskifti, uppbygging av skjalasøvnum og gerð av yvirlitum yvir innihaldið í skjalasøvnunum og í spurningum um vanlig goymsluviðurskifti, tá tað snýr seg um skjalagoymsluhøli v.m.

Á sama hátt veitir Tjóðskjalasavnið privatum - stovnum, virkjum og einstaklingum – ráð um skjøl og skjalasøvn teirra. 

Móti gjaldi átekur Tjóðskjalasavnið sær eisini at skipa, pakka og skráseta savnsskjøl hjá bæði almennum stovnum og privatum. 

Sí meir um privat skjalasøvn her.

Í vegleiðingunum í høgra bredda finnast ásettu krøv, ið eru tengd at tryggari handfaring og varðveiting av skjalasøvnum. 

Samband:

Um ivamál eru, ella ein hevur spurningar, ið ikki eru umrøddir í omanfyri nevndu vegleiðingum, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing: