Avhending

Avhending frá lands- og ríkismyndugleikum

Almennir myndugleikar skulu avhenda søvn/savnindi síni til Tjóðskjalasavnið í varðveitslu í seinasta lagi, táið tey eru 30 ára gomul. Tjóðskjalasavnið hevur eftirlit við og ráðgevur almennum myndugleikum.

Avhendandi myndugleikin hevur altíð ábyrgdina av, at allar praktiskar uppgávur í sambandi við avhendingina verða framdar sambært kravseting frá Tjóðskjalasavninum. Um fyrireikandi arbeiðið ikki er gjørt í samsvari við kravfestingarnar hjá Tjóðskjalasavninum, kann Tjóðskjalasavnið áleggja avhendandi myndugleikanum at fáa hetta gjørt, ella kann Tjóðskjalasavnið lata arbeiðið verða gjørt fyri myndugleikans rokning. Neyvari vegleiðing sæst í skjølunum niðanfyri.

Avhending - stutt vegleiðing Avhending (tak niður)

Avhending - gjøgnumgongd (tak niður)

Avhendingaryvirlit (tak niður oyðublað til avhendara at fylla út)

Pakking og merking

 

 

Samband:

John Kjær

Tlf: 340 532

E-postur: johnk@savn.fo