KST-savnindi

Varðveiting av talgildum savnindum

Ávegis heimasíða!

Størsti parturin av almennum myndugleikum brúka í dag fulla talgilda málsviðgerð. Landsskjalasavnið virkar fyri at tryggja varðveiting av talgildum savnindum hjá myndugleikum, soleiðis at hesi savnindi kunnu verða tøk hjá almenninginum seinni.

Savnindi, ið eru talgild av uppruna, eru annarleiðis enn pappírssavnindi við tað, at tey ikki beinleiðis kunnu nýtast aftur uttan ein brúkar eitt serligt KT-forrit. Telduforrit eru undirløgd tí tøkniligu menningini, og dátur, ið verða gjørdar við hjálp av einum telduforriti til at kunna lesast aftur, kunnu ikki altíð lesast og brúkast aftur við nýtslu av einum øðrum forriti ella bara einari nýggjari útgávu av sama forriti.

Savnindi, ið eru talgild av uppruna eru annarleiðis enn pappírssavnindi við tað, at tey eru goymd á miðlum, sum hava avmarkaða livitíð. Talgild savnindi eru treytað av einum virknari varðveitingarátaki enn neyðugt er við pappírssavnindum, um so er, at tey skulu kunna lesast og brúkast í framtíðini.

Landsskjalasavnið hevur sum varðveitingarstrategi valt eina sokallaða migreringsstrategi, sum framyvir tryggjar varðveiting av tí talgilda mentanararvinum. Migreringsstrategiin stillar serlig krøv til skjalafesting av savnindunum. Les eisini strategiina um talgild savnindi hjá Landsskjalasavninum. Trýst her (slóð)

Ein kunnandi faldari kann takast niður her

Tú kanst venda tær til Róa Eliasen, KT-arkivar, um so er, at tú vil hava fleiri upplýsingar víðvíkjandi avhendan av KT-skipanum og øðrum.

Samband:

Rói Eliasen, KT-arkivarur

Tlf: 790542

E-postur: RoiE@savn.fo