Fráboðan og góðkenning av kt-skipanum

Hví skulu kt-skipanir fráboðast Tjóðskjalasavninum?

Soleiðis at Tjóðskjalasavnið kann gera eina meting, um innihaldið í skipanini skal varðveitast fyri eftirtíðina. Vit varðveita upplýsingar, sum skjalfesta, hvussu tann kommunala fyrisitingin og landsfyrisitingin hevur umsitið sítt tilfeingið og gjørt í mun til borgaran. Tilfarið kann brúkast til at skriva Føroya søgu.

Tjóðskjalasavnið ger av, við støði í upplýsingunum í fráboðanini av kt-skipanini, um tilfarið í kt-skipanini skal varðveitast og sostatt avhendast sum eitt avrit til Tjóðskjalasavnið.

Allar kommunalar - og landsfyrisitingarligar kt-skipanir, ið innihalda ella viðgera dátur, skulu fráboðast. Tað kann t.d. vera sokallaðar “talgildar- máls-, skjala- og viðgerðarskipanir” (TMSVS/ESDH), dátugrunnar, hagtøl, SOA-skipanir ella jarðarmátingar, men eisini onnur sløg av skipaðum talgildum upplýsingum.

Nær skulu nýggjar kt-skipanir fráboðast?

Fráboðast skal í seinasta lagi tríggjar mánaðir, áðrenn skipanin verður tikin í nýtslu. Hetta er fyri, at Tjóðskjalasavnið kann náa at meta um, um nakað skal varðveitast, áðrenn nýggja skipanin verður tikin í nýtslu og um neyðugt ávísa ella viðmæla hóskandi loysnir upp á tykkara skjalasavnsspurningar. Um so er, at grundleggjandi broytingar verða gjørdar í háttinum, ið kt- skipanin skipar upplýsingar sínar, skal skipanin av nýggjum fráboðast Tjóðskjalasavninum.

Hvør skal boða frá kt-skipanini?

Myndugleikin, sum skal brúka skipanina, hevur ábyrgd av at boða frá skipanini. Um so er, at ein samtaksloysn t.d. ein samskipan av fleiri deildum, ráðum ella stýrum verður framd, er tað tann deildin, ráðið ella stýrið, ið hevur ábyrgd av íverksetanini, sum skal boða frá hesum. Tað skal síggjast í fráboðanini, hvør myndugleikin er, ið hevur ábyrgd av skipanini.

Hvussu skal boðast frá?

Fráboðast skal við oyðublaði, sum finst í høgra bredda. Á oyðublaðnum eru nakrir spurningar, ið skulu svarast, og nevnd verða eisini nøkur skjøl, ið skulu sendast við fráboðanini.

Hvat skal fráboðanin innihalda?
Upplýsingar um, hvør brúkar kt-skipanina, hvat endamálið við skrásetingini er, hvat tað skal brúkast til, hvussu tilfarið verður brúkt o.s.fr. Haraftrat skulu nakrar tekniskar upplýsingar gevast, sum lýsa, hvat slag av dátugrunni talan er um, hvørji dátusløg ganga inn í skipanina, hvussu kt-skipanin er tengd at øðrum kt-skipanum o.s.fr. Skjøl við tekniskari skjalfesting av kt-skipanini skulu eisini sendast við.

Um tykkara kt-skipan eisini skal góðkennnast
Um Tjóðskjalasavnið ger av, at dátur frá tykkara kt-skipan skulu varðveitast, skal Tjóðskjalasavnið eisini góðkenna hana, áðrenn hon verður tikin í nýtslu. Um so er fáa tit boð um hetta, av tí at tit so eisini skulu fylla eitt góðkenningaroyðublað út, ið er á okkara heimasíðu. Tað ber eisini til at fylla bæði fráboðanar- og góðkenningaroyðublaðið út samstundis, soleiðis at vit kunnu avgreiða góðkenningina skjótari.

Um skjøl ikki eru í kt-skipanini?
Í hesum føri minnir góðkenningaroyðublaðið nógv um fráboðanaroyðublaðið, men við størri denti á ta teknisku tilevningina av kt-skipan tykkara.

Um skjøl eru í kt-skipanini?
Í hesum føri skal upplýsast, hvørji ynski eru um tíðaravmarking í sambandi við afturvendandi avhending til Tjóðskjalasavnið. Ein vegleiðing, sum m.a. lýsir leiðreglurnar fyri, hvussu skjøl og møgulig mál verða skrásett í skipanini, hvussu góðskueftirlit verður framt o.s.fr. Í oyðublaðnum er eisini møguligt at biðja um loyvi at vraka eina størri nøgd av skjølum í skipanini, um so er, at tit kunnu vísa á skipanarligar treytir fyri hesum.

Hvørjar tekniskar upplýsingar skulu sendast við?
Teknisk skjalfesting, sum lýsir bygnaðin í rakstrarskipanini, skal sendast við. Um dátubygnaðurin í kt-skipanini er óvanligur, kunnu vit biðja um eina skitsu ella lýsing av, hvussu tit hugsa tykkum, at skipanin kann konverterast/formbroytast til avhendingarformat.

Hvat hendir so aftaná?
Um vit meta, at dátur frá eini kt-skipan skulu varðveitast, skal ein dátuúrdráttur frá skipanini avhendast til Tjóðskjalasavnið. Tað verður vanliga gjørt, tá skipanin hevur verið virkin í fimm ár.

Vit vísa á, hvussu dátuúrdrátturin skal skipast og skjalfestast, fyri at tryggja viðlíkahald og atgongd til upplýsingarnar nú og í framtíðini. Tá ein kt-skipan við skjølum hevur verið virkin í á leið tvey ár, seta vit okkum í samband við stovnin ella veitaran av skipanini fyri at hoyra, um skipanin verður brúkt á tann hátt, sum hon er lýst í fráboðanini.

Um hetta ikki er so, tosa vit saman um, hvussu hetta kann rættast. Eftirfylgjandi verður avtala gjørd um ein myndil fyri avhendan av skipanini.

Filmsbrot av framløgu hjá Róa Eliasen, kt-arkivarur um "Fráboðan og góðkenning av kt-skipanum".