Hjálp og vegleiðing

 

Á hesi síðu eru vegleiðingar um, hvussu og hvar tað ber til at leita fram ymiskar upplýsingar í savnsskjølunum hjá Tjóðskjalasavninum. Sí høgra bredda.

Tað er umráðandi at hava í huga, at savnsskjølini hjá Tjóðskjalasavninum upprunaliga ikki vórðu skapt til at siga nakað beinleiðis/ítøkiligt um eitt ávíst evni, eina ávísa hending ella ávísar persónar.

Tey flestu savnsskjølini stava frá almennum økis- og meginfyrisitingarligum stovnum og vórðu sostatt upprunaliga skapt til nýtslu í fyrisitingarligum samheingi.
Sí meira um, hvussu mann leitar fram upplýsingar á einum skjalasavni, í høgra bredda.

Hevur fyrispurningar viðvíkjandi at leita fram skjøl/upplýsingar, sí meir her.